Fótbóltur
Um fótbóltsundirhald verður vigað í málum og brotsspørkum, so var 2. hálvleikur í oyggjauppgerðini millum NSÍ og ÍF í Runavík so undirhaldandi, sum tað ber til at ímynda sær. Harafturat var intensiteturin stórur, og tað gjørdist eyka dramatiskt, tá ið tveir fuglfirðingar í sama minutti vórðu riknir av vøllinum.
Dramatikkurin var so stórur, sum tað næstan ikki ber til at rokna við í yvirtíðini. Eina løtu vóru fuglfirðingar omaná, so tey á Skálafjørðinum, so aftur teir reyðu og so teir gulu, meðan teir reyðu rættuliga hingu við nevinum, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað.
Í desperatari roynd at fáa fulla úrtøku varð NSÍ liðformaðurin Óli Hansen, sum frammanundan hevði skorað tvær ferðir úr ellivu metrum, fluttur í fremstu røð. Meiri enn minuttur var farin av yvirtíðini, tá ið liðformaðurin á rangstøðumarkinum heilfluktaði í málið.
3-2 til heimaliðið, og tað kendist sum um, at nú var ballið buðið hjá ÍF, sum hevði svarað aftur og javnað til 2-2, eftir at teir høvdu mist tveir menn! Málskjútti í tí førinum var Bartal Eliasen, sum vísti framúr hugburð og saman við eyðsýnda Høgna Madsen á miðvøllinum tók einastandandi ábyrgd á seg, tá ið mest stóð til. Av brotsteigarmarkinum í høgru smekkaði hann bóltin upp í handara hornið.
Men ballið var ikki buðið hjá ÍF, hóast stóra vónbrotið, sum 3-2 leiðslan í yvirtíðini var fyri teir. Dómarin peikaði fyri triðju ferð á ellivu metra blettin, og vongverjin í høgru, Áki Petersen, sendi bóltin á tvørtræið. So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og áskoðararnir mundu ivaleyst vera eins pøstir, sum spælarar ofta kenna seg. Tað hevði verið dramatikkur fyri allar pengarnar.
Brotssparksdómarnir hava fingið og fáa ivaleyst stóra umrøðu. Tá ið Óli Hansen, sum við trimum málum gjørdist dagsins maður hjá heimaliðnum, javnaði til 1-1, var tað við brotssparki, sum linnudómarin hevði veittrað fyri. Innskifti Øssur Dalbúð stútaði, og bólturin kom í armin hjá Bartali Eliasen. Tá ið Óli Hansen við brotssparki legði NSÍ við ellivu monnum framum teir níggju fuglfirðingarnar, hevði dómarin bríkslað, tí hann metti, at Bartal Eliasen hevði togað Øssur Dalbúð niður.
Áki Petersen fekk møguleikan úr ellivu metrum, tí dómarin metti, at Johan Troest Davidsen hevði skumpað óregluliga í brotsteiginum.
Í spennandi steypadystinum ímóti HB fyrr í ár umsetti Áki Petersen tvær ferðir brotsspark til mál, men hesa ferð kiksaði hann:
- Hetta var orduliga súrt. Spælið flýtur væl hjá okkum, og eg haldi avgjørt, at vit eiga at fáa í hvussu so er eitt stig. Men heldur ikki hesa ferð vóru marginalirnir við, staðfesti óføri miðvallarin Høgni Madsen.
Hvør er orsøkin til, at spælið gongur so væl?
- Vit tora at hava bóltin og at bjóða okkum til. Harvið verður minni trýst á liðnum, enn tað hevði verið, um vit sparkaðu bóltin fram og so beinanvegin vórðu settir undir trýst av mótstøðumonnunum, heldur Høgni Madsen, sum avgjørt roknar við, at uppaftur fleiri stig fara at koma, um tað fer at eydnast at halda fram við leikgongdini, sum hevur verið higartil.
Fyrstu ferð fuglfirðingar vóru á tindinum var lítla løtu undan hvíldini, tá ið Nenad Saric úr vinstru sneiddi framvið tveimum, áðenn hann við fínum skoti sendi bóltin upp í handara málhornið.
Í Runavík fegnast teir sjálvandi yvir øll stigini. Sammett við meistaraárið í fjør restar nógv í leikliga, men tað boðar frá dygdum hjá toppliði, tá ið tað uttan gott spæl eydnast at vinna fulla úrtøku og harvið at vera millum toppliðini.
At venjarin ikki er nøgdur sæst aftur í, at hann skiftir fólk. Tað plagar ikki at vera honum fyri. Hesa ferð vóru Einar og Dejan settir uttanfyri. Í borðunum eru verjutrupulleikar, og framrættaða spælið er ikki, sum tað hevur verið.