Tað var tætt og spennandi, og tað reið heilt leingi um snarið. Og so endaði tað við, at NSÍ vann heilt tepran 1-0 heimasigur ímóti Víkingi. Talan var um sera søtan sigur, tí í øðrum umfari fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti KÍ.
Einsamalli málskjúttin var Michal Przybylski, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki setti bóltin í netið. Uppleggið átti Markus Klein Danielsen, sum var millum teir fyrstu ellivu. Hetta var fimtu ferð, at 17 ára gamli Markus Klein Danielsen var á besta liðnum hjá NSÍ.
Hjá NSÍ vóru tríggir nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu. Teir vóru Viljormur Davidsen, Alex Freyr Elisson og Marius Kryger Lindh.
Hjá Víkingi vóru tveir nýggir spælarar á vøllinum. Annar var Mikkel Hyllegaard, ið miðskeiðis í seinna hálvleiki varð skiftur út við Aron Benjaminsen, sum eisini er nýggjur maður hjá Víkingi. 18 ára gamli Jósef Ólavsson var nýggjur vongverji í høgru hjá Víkingi, sum í øðrum umfari fer at spæla á heimavølli ímóti B36.










