NSÍ hevur eina greiða favorittstøðu á Svangaskarði

Her eru oddsini upp á dystin B68-NSÍ

Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsti dysturin í 23. umfarinum í Betrideildini hjá monnum leiktur á Svangaskarði á Toftum, har B68 tekur móti NSÍ.

 

3. august vann NSÍ 3-1 á B68 á Svangaskarði. 30. mars vann NSÍ heili 11-0 á B68 við Løkin í Runavík.

 

NSÍ er næstfremst í deildini við 51 stigum. B68 er nummar sjey við 23 stigum.

 

NSÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 8,00 og 9,80.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,60 og 6,07.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,18 og 1,25.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##