NSÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti B68

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-B68

Savnsmynd

Klokkan 19 í kvøld verður grannauppgerð leikt í Meistaradeildini hjá monnum við Løkin í Runavík, har NSÍ tekur ímóti B68. NSÍ kann við sigri gerast einsamalt oddalið í deildini.

 

R2 á Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Tá liðini hittust á Svangaskarði 4. apríl vann NSÍ dystin 2-1. Í fjør vann NSÍ allar tríggjar dystirnar móti B68. Seinast liðini spældu dyst við Løkin 30. mars í fjør vann NSÍ 11-0.

 

NSÍ er næstfremst í deildini við 29 stigum. B68 er nummar átta við 12 stigum. 

 

NSÍ hevur eisini eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 1,13 og 1,20.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 7,50.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 8,50 og 12,50.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd