NSÍ og HB eru í longdari leiktíð

Úrslitið var aftur í kvøld 2-2, og aftur í kvøld svaraði heimaliðið aftur, eftir at gestirnir vóru frammanfyri 2-0

Tað er dramatikkur fyri allar pengarnar í Runavík, har NSÍ og HB eru í holtur við longda leiktíð fyri at finna fram til, hvør skal spæla finalu ímóti B36 á Tórsvølli leygardagin klokkan 16.

 

Gongdin við Løkina var nett tann sama, sum hon var á Tórsvølli fyri stórari viku síðani. HB legði seg á odda beinanvegin, tá ið Hilmar Leon Jakobsen skoraði úr spískum í høgru, og Hilmar Leon Jakobsen, sum tað mesta av kappingarárinum hevur sitið nógv á beinkinum, átti stóran leiklut, tá ið HB leiðslan varð økt til 2-0.

 

Eitt korter var farið, tá ið Áki D. Samuelsen úr heilt stuttari fjarstøðu skoraði, eftir fríspark frá Aadrian Justinussen og eftir at Hilmar Leon Jakobsen vann luftdyst við mótstøðumann. Heimamenninir vildu vera við, at fríspark varð gjørt ímóti verjuspælaranum, men tað var fíni dómarin Petur Reinert ikki samdur við teimum í, og so sá tað út til, at HB var á veg í finaluna, og at NSÍ var punkterað og fallið í fátt.

 

Men heimamenninir vístu fínan hugburð, reistu seg og svaraðu aftur. Liðformaðurin Klæmint A. Olsen gekk undan, og tað var hann, sum eftir stóran hálvan tíma minkaði um munin. Jacob Trenskow átti uppleggið, og so tevjaðu heimamenninir aftur møguleikan fyri at vinna seg í finaluna.

 

HB var meiri á bóltinum, og sum tíðin leið sá tað út til, at møguleikin hjá NSÍ at skora útjavnandði málið svann í kuldanum. Og so var tað soleiðis, sum tað fleiri ferðir hevur verið seinastu tíðina. Búi Egilsson varð settur inn á NSÍ liðið. Tað bar uppaftur meiri brodd við sær í skjótu álopunum, og 10 minuttir undan dystarenda eydnaðist tað at javna til 2-2 og so var heilt javnt. Málskjútti úr heilt stuttari fjarstøðu var Búi Egilsson, eftir at Klæmint A. Olsen hevði roynt seg.

 

Nú er fyrri hálvleikur í umdystinum av. Støðan er framvegis 2-2, og talan hevur ikki verið um stórar málmøguleikar. Kanska hevur NSÍ verið nærri við enn HB, sum við at skjóta eitt mál so at siga tryggjar sær pláss í finaluni, tí so skal NSÍ skora tvey mál.

 

Um einki mál verður skorað næsta korterið, so verður alt avgjørt í brotssparkskapping.