Tað endaði 2-2, tá ið tað seinnapartin var toppdystur í Klaksvík millum KÍ og NSÍ. Tað er eyðsýnt, at tað eru teir gulu og svørtu, sum fegnast um javnleikin, og at tað eru heimamenninir, sum hanga við nevinum. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er trý stig frammanfyri KÍ, og so er tað dystargongdin, sum er orsøk til, at teir í NSÍ hava orsøk til fegnast.
KÍ hevði betri tak á spælinum, og KÍ spældi seg til møguleikarnar, men tað var framvegis málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg. Eftir steðgin var leikgongdin tann sama, og tá var tað, at KÍ legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, og í báðum førum átti Árni Frederiksberg uppleggið.
Í fyrra førinum var tað, tá ið ein tími var farin og við innleggið úr høgru og til handara stólpa, har Filip Brattbakk við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið, og í seinna førinum var tað fáar minuttir seinni, at Páll A. Klettskarð við høvdinum og eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg, sum økti um munin til 2-0.
KÍ var leikliga omaná og á veg ímóti at síggja til sigri, men NSÍ misti ikki fótafestið, og so var tað, at tað síðstu løtuna koppaði NSÍ til fyrimunar. Eftir fleiri útskiftingar hjá báðum pørtum, var tað Petur Knudsen, sum úr eitt sindur spískum í høgru smekkaði bóltin upp undir nettakið. Dómarin legði seks minuttir aftrat, og tá ið Jóannes K. Danielsen lá einar tveir minuttir á vøllinum, tí hann bløddi, valdi dómarin at leggja nakrar minuttir aftrat, og tá var tað, at NSÍ miðverjin í 98. minutti og við høvdinum eftir innlegg úr høgru frá innskifta Alex Freyr Elisson stýrdi bóltin í málið.
Í morgin, 24. august, vera tað 122 ár síðani, at KÍ var stovnað. Leingi sá tað út til, at stóra føðingardagsgávan fór at verða heimasigur í dag og oddasessurin, men soleiðis varð tað ikki.
2-2 ber við sær, at NSÍ hevur 41 stig, og KÍ hevur 38 stig.
Sunnudagin fær NSÍ vitjan av AB.
KÍ fer mánakvøldið um eina stóra viku at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti EB/Streymi. Hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Conference League á útivølli ímóti Riga FC. Fyrri dysturin, sum var í Klaksvík síðsta hóskvøld, endaði málleysur.











