KÍ-VB
Í Klaksvík fara vágbingar at royna, um tað fer at eydnast teimum at taka stig frá enn einum toppliði. Síðstu vikuskifti tóku teir stig frá HB vesturi á Eiðinum, og nú fara teir so til Klaksvíkar at vitja KÍ.
Hjá KÍ hevur Kurt Mørkøre leikbann, og umframt hann er eisini John Hansen ivasamur, eftir at hann fekk ein snudd í dystinum í Gøtu mánadagin.
Vágbingar hava einki leikbann, og eingin spælari er skaddur, burtursæð frá Birgiri Jørgensen, sum hevur verið uttan fyri leingi.
B68-HB
Á Svangaskarði dystast B68 og oddaliðið HB. Hjá toftamonnum verður Jákup Eli Olsen ikki við, hann hevur framvegis trupuleikar at dragast við, men annars eru allir menn tøkir.
HB hevur onkrar ivasamar leikarar. Toppskjúttin, Súni Fríði Johannesen, hevur ikki vant í vikuni, men møguliga verður hann við sunnudagin. Haraftrat hevur Rói Árting trupuleikar við øðrum fótliðnum.
Sumba-GÍ
Á Krossinum í Sumba koma gøtumenn á vitjan. Bæði liðini eru væl fyri. Hjá sumbingum verður Sonni Kjærbo helst við aftur eftir leikbann, og eingin spælari hevur nakran skaða at dragast við.
Einasti ivaspurningur hjá gøtumonnum er Magni Jarnskor. Hann spældi bert ein hálvleik 2. hvítusunnudag, men var við landsliðnum í Estlandi, hóast hann ikki kom á vøllin. Í Gøtu vita teir ikki, um hann er klárur til sunnudagin.
ÍF-NSÍ
Í Fuglafirði hittast eysturoyarliðini ÍF og NSÍ. Hjá fuglfirðingum eru allir mans tøkir. Pólendingurin Jacek er tó framvegis skaddur. Bartal Eliasen hevur ikki vant í vikuni, men hann verður tó við sunnudagin.
Ikki kann sigast, at runavíkigar eru væl fyri. Helgi L. Petersen, Kári Hansen og Gert Langgaard verða ikki við. Helgi og Gert eru skaddir, meðan Kári er á flatlondum í skúla. Haraftrat er ivasamt, um Arnfinn Langgaard og Dánjal Hansen verða við. Teir hava báðir smærri skaðar at dragast við.
B36-TB
Í Gundadali taka føroyameistararnir úr B36 ímóti TB.
Hjá B36 hava jugoslavin Ninoslav Milankovic og Bjarni Prior smærri snuddir at dragast við. Haraftrat var ivasamt, hvussu liðskiparin Jens Christian Hansen var fyri eftir landsdystin í Estlandi. Hann spældi bert fimm minuttir 2. hvítusunnudag, men í Estlandi spældi hann allan dystin.
Hjá tvøramonnum hava jugoslavin Sasha og landsliðsleikarin Óli Johannesen leikbann. Tórur Mortensen og Tórur Holm eru báðir við aftur eftir leikbann, og haraftrat er leikandi venjarin, Zoran Pavlovic klárur aftur. Karl Øster fór út við skaða mánadagin, og óvist er, hvussu verður við honum.