Tað var næstan greitt undan seinnu hálvfinaluni, og nú er tað staðfest. NSÍ hevur vunnið pláss í steypafinaluni, sum verður leygardagin 5. oktober ella um eina stóra viku. Mótstøðuliðið verður Víkingur, sum vann 4-0 á útivølli og 5-0 á heimavølli ímóti B36.
Í fyrru hálvfinaluni vann NSÍ 5-1 á útivølli ímóti HB, og í kvøld vann NSÍ 7-1 á heimavølli ímóti HB. Samantaldi sigurin var harvið við málmuninum 12-2. Hálvleiksstøðan í kvøld var 5-1.
NSÍ er topplið í landskappingini. NSÍ og KÍ, sum bæði hava 40 stig, hittast mánakvøldið í Runavík. Annan leygardag verður steypafinalan ímóti Víkingi. Næsta vika verður sostatt rættiliga spennandi og avgerandi fyri vánirnar hjá NSÍ at vinna bæði FM og steypakappingina ella greipuna.
Heidi Sevdal skoraði í kvøld trý mál, Julian Naomi Mortensen skoraði tvey mál, Lena Olsen skoraði eitt mál, og í síðsta minutti staðfesti Evelin Da Silva Mastropasqua stórsigurin, tá ið hon við brotssparki setti bóltin í netið. Fríða Magnusardóttir Jakobsen HB minkaði í 29. minutti um munin til 3-1.