Nú ber til at søkja um stuðul til umhvørvisverndartiltøk

Á fíggjarlógini fyri 2024 eru 900.000 kr. settar av til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.

Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.

 

Til ber hjá  einstaklingum, virkjum, feløgum og  kommunum at søkja um stuðul.

 

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.

 

Sí: Umsóknarblað og reglugerð.

 

Freistin at søkja um stuðul er 12. mars 2024

 

Umsóknir skulu sendast til teldupost umhvorvi(at)umhvorvi.fo

 

(Tíðindaskriv frá Umhvørvismálaráðnum)