Í kvøld vóru EBS/Skála kvinnurnar gestir hjá NSÍ. EBS/Skála vann 3-1 og hevur framvegis fulla úrtøku.
KÍ hevur eisini fulla úrtøku, og tí eru hesi bæði liðini lið um lið í toppinum.
EB/Streymur hevur málmnin +5, meðan KÍ hevur málmunin +4. Annan páskadag, sum er 18. Apríl, verður fyrsti toppdysturin, tá ið KÍ fær vitjan av EBS/Skála.
Tølini siga, at tað í kvøld gekk javnt fyri seg við Løkina í Runavík. Heimaliðið hevði eins nogvar royndir á og framvið málinum, men tað var EBS/Skála, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Kára Djurhuus skoraði longu í 8. minutti. Hetta var annað málið hjá Káru Djurhuus í ár.
Tað reið um snarið, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá økti Sigrun K. Kristiansen um EBS/Skála leiðsluna til 2-0. Hetta var annað málið í ár hjá 32 ára gamla liðformanninum. Fimm minuttir seinni økti landsliðsspælarin Lea Lisberg um munin til 3-0. Bæði tá ið 2-0 og 3-0 málið vórðu skorað, var tað Sólja Ernstsdóttir, sum átti uppleggið.
Stefania Cabral úr Brasil varð eftir steðgin fyri fyrstu ferð skift inn á NSÍ liðið, og fimm minuttir undan leikloki minkaði hon um munin til 3-1. Tríggjar minuttir seinni og tveir minuttir undan leikloki kundi tað verið heilt spennandi. Tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki til NSÍ, men Heidi Sevdal misnýtti brotssparkið. Anna Sunadóttir Hansen í EBS/Skála málinum bjargaði, tá ið Heidi royndi seg úr ellivu metrum.
Í Trongisvági hevði TB/FCS/Royn vitjan av 07 Vestur, sum fór norður aftur við 3-1 sigri. Brasilski spælarin Evelin Mastropasqua skoraði tvey mál, og Kristina Gásdal skoraði eitt. Málið hjá heimaliðnum skoraði Sára Arngerð Vang, sum 20 minuttir undan leikloki minkaði um munin til 2-1.
07 Vestur hevur seks stig fyri tríggjar dystir, meðan TB/FCS/Royn framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum.