Nú eitur tað FTZ-deildin

Næsta kappingarár fer kappingin í bestu mansdeildini í hondbólti at eita FTZ-deildin. Sáttmáli er gjørdur um tað seinnapartin í dag.

Eftir at almenna føroyska flogfelagið í tíggju ár hevur lagt navn til bestu mansdeildina í hondbólti, verður øðrvísi komandi kappingarár, tí tá skiftir hon navn frá Atlantic Airways- til FTZ-deildin.

Seinnapartin er sáttmáli gjørdur millum Hondbóltssamband Føroya og FTZ um, at FTZ næsta kappingarár verður høvuðsstuðul hjá bestu mansdeildini, og møguleiki er fyri at leingja avtaluna við einum ári aftrat.

- Tað er áhugin fyri hondbóltinum, ið fær okkum at gera henda sáttmálan, tí vit brenna ógvuliga nógv fyri hondbóltinum, sigur annar av leiðarunum hjá FTZ í Føroyum, Ragnar Petur Joensen.

Kristian Johansen, formaður í Hondbóltsambandinum fegnast eisini um sáttmálan, sum kemur at geva eitt gott fíggjarligt íkast til breiddina í føroyskum hondbólti.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við bæði Ragnar Petur Joensen og Kristian Johansen.