Nú er 07 Vestur fremst

Við 2-0 sigri í Leirvík legði 07 Vestur seg framum Skála, sum nú er næstfremst

Eftir  8. umfar er tað nýtt topplið í næstbestu fótbóltsdeildini. Tað er 07 Vestur, sum vann 2-0 ímóti Víkingi í Leirvík. Skála tapti fríggjadagin 1-0 á Toftum. Hetta var annar sigurin hjá 07 Vestur hesa seinsatu vikuna. Fyrri sigurin var í framskundaðum dysti ímóti NSÍ. Harvið hava 07 Vestur og NSÍ spælt einaferð fleiri enn hini liðini.

Hesi úrslitini bera við sær, at nú er 07 Vestur fremst. Tað eru tvey stig aftur til Skála, og so eru tað trý stig aftur til B68 og B71. Í veruleikanum er tað uppaftur tættari í toppinum, tí 07 Vestur hevur spælt ein dyst fleiri enn tríggir teir fremstu avbjóðararnir.

Tað gongur væl hjá sandoyingum, sum í gjár kneykaðu teimum næstbestu hjá KÍ. Sigursmálið til heimaliðið varð skorað , tá ið tað restaðu fýra minuttir. Eftir Skála tapið á Toftum dýra biuðidag er B71 einasta liðið, sum ikki hevur tapt.

Í botninum sær illa út hjá MB, sum hesaferð legði rygg til stórtap á heimavølli ímóti NSÍ.

Á Argjum endaði tað remis í grannauppgerðini millum AB og B36. Sermerkt við málunum hjá B36 var, at bæði blivu skorað upp á beinleiðis horna. Ámund Nolsøe legði B36 framum við beinleiðis horna, og í seinna hálvleiki endurtók hann bragdið, so at dysturin endaði 2-2.

 

Leygardagin

B71-KÍ 1-0 (0-0)

1-0: Aron Clementsen 86.

 

MB-NSÍ 0-5 (0-3)

0-1: Meinhard E. Olsen 3.

0-2: Hans Marius Davidsen 11.

0-3: Jóhan Gaardbo 34.

0-4: Meinhard E. Olsen br 74.

0-5: Jann J. Benjaminsen 83.

 

AB-B36 2-2 (0-1)

0-1: Ámund Nolsøe 16.

1-1: Dan í Soylu 48.

2-1: Nicolaj Eriksen 66.

2-2: Ámund Nolsøe 69.

 

Víkingur-07 Vestur 0-2 (0-0)

0-1: Mikey Minutillo 73.

0-2: Gunleif Olsen br 84.

Reytt kort: Tróndur J. á Høvdanum, Víkingur, 90. (beinleiðis reytt)

 

Fríggjadagin

B68-Skála 1-0 (0-0)

1-0: Bjarki Johannesen 77.

 

Støðan

07 Vestur 21

Skála 19

B68 og B71 16

AB 14

KÍ og NSÍ 9

B36 7

Víkingur 5

MB 0

07 Vestur og NSÍ hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir