Nú er Aitana Bonmatí tann besta

UEFA: Spanski heimsmeistarin, Aitana Bonmatí, er vald til besta spælara í Evropa

Spanski heimsmeistarin, Aitana Bonmatí, er vald til besta spælara í Evropa. Tað kunngjørdi UEFA í samband við at lutakast er til evropsku kappingarnar í Monako í hesum døgum.

Aitana Bonmatí vinnur heiðurin eftir liðfelagnum í bæði FC Barcelona og Spania, Alexia Putellas, sum hevur vunnið heiðurin seinastu tvey árini. Alexia Putellas hevur sitið uttanfyri ein stóran part av fara kappingarári við skaða.

Aitana Bonmatí var ein lyklaspælari á spanska landsliðnum, sum fyri kortum vann HM. Á øðrum plássi kom Sam Kerr, sum stríddist við skaða til HM-endaspælið í heimlandinum, Avstralia.

Atkvøður: (Kelda UEFA)

1 Aitana Bonmatí (Spain & Barcelona) – 308 points

2 Sam Kerr (Australia & Chelsea) – 88 points

3 Olga Carmona (Spain & Real Madrid) – 72 points

4 Mary Earps (England & Manchester United) – 55 points

5= Salma Paralluelo (Spain & Barcelona) – 48 points

5= Alexandra Popp (Germany & Wolfsburg) – 48 points

7 Keira Walsh (England & Barcelona) – 24 points

8 Caroline Graham Hansen (Norway & Barcelona) – 11 points

9 Rachel Daly (England & Aston Villa) – 8 points

10 Ewa Pajor (Poland & Wolfsburg) – 5 points

11 Kadidiatou Diani (France & Paris Saint-Germain, now at Lyon) – 4 points

Vinnarar: (Kelda: UEFA)

2023: Aitana Bonmatí (Spain/Barcelona)

2022: Alexia Putellas (Spain/Barcelona)

2021: Alexia Putellas (Spain/Barcelona)

2020: Pernille Harder (Denmark/Wolfsburg)

2019: Lucy Bronze (England/Lyon)

2018: Pernille Harder (Denmark/Wolfsburg)

2017: Lieke Martens (Netherlands/Linköping)

2016: Ada Hegerberg (Norway/Lyon)

2015: Célia Šašić (Germany/Frankfurt)

2014: Nadine Kessler (Germany/Wolfsburg)

2013: Nadine Angerer (Germany/Frankfurt)