Nú er Bjørt løgtingsforkvinna

Í dag kemur broytingin í tingskipanini í gildi, og harvið broytist tingmálið soleiðis, at kvinnur á tingi kunnu nevnast løgtingskvinnur

 

Her sæst løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, ganga fremst í skrúðgonguni í Havnar kirkju í morgun millum Aksel V. Johannsen, løgmann, og Jógvan Fríðriksson, biskup

Higartil hevur orðið »maður« verið ráðandi í tingmálinum, sum als ikki hýsti kvinnum. Hóast tingskipanin og stýrisskipanin er frá 1995, so var ikki pláss fyri orðinum »kvinna« í málinum á tingi.

Men frá í dag at rokna er hetta broytt. Bjørt Samuelsen er soleiðis fyrsta løgtingsforkvinna sum eisini á lógligan hátt kann nýta tað heitið.

Tað hevur bara ein onnur kvinna verið løgtingsformaður, sum tað æt, tá Marita Petersen gjørdist løgtingsformaður í 1994. Hon fór úr starvinum aftur á ólavsøku í 1995, tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi og løgtingsformansstarvið var gjørt til fulltíðar starv. Tá tók Jógvan Ingvard Olsen við sum løgtingsformaður.

»Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti) og Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings« varð endaliga samtykt í Løgtinginum 17. mai í ár.

 

Her sæst løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, ganga fremst í skrúðgonguni í Havnar kirkju í morgun millum Aksel V. Johannsen, løgmann, og Jógvan Fríðriksson, biskup