Tað hevur ligið í kortunum tað mesta av hesum árinum, og í kvøld varð tað staðfest í góðveðrinum inni í Vika á Argjum.
Í løtuni eigur AB eitt betri fótbóltslið, enn HB eigur. Tað sigur støðutalvan, har AB nú er á fimta plássi við 17 stigum, og HB er á sætta plássi við 15 stigum, nú kappingin er 13 umfør gomul.
Í kvøld vann HB 3-1 á heimavølli ímóti HB. Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði liðformaðurin Bjarki C. Nielsen, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Uppleggið úr høgru átti Luca Thorstensen, og við nærra stólpa setti Bjarki C. Nielsen fótin undir bóltin, sum brast upp í nettakið. Hetta var triðja ferðin í ár, at Bjarki C. Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini. FaroeSoccer veit at siga, at Bjarki í 202 landskappingardystum í fremstu røð hevur skorað 45 mál.
Lítla løtu eftir steðgin økti AB um leiðsluna til 2-0. HB uppsæl á egnari hálvu í vinstru kiksaði, og eftir eitt tvey uppspæl varð Luca Thorstensen leysur í brotsteiginum. Hann hevur higartil í ár verið sera eyðsýndur, tá ið hann aftur og aftur hevur lagt upp til mál, og tað var hann eisini í kvøld, tí hann legði upp til tvey mál. Men í kvøld tók hann eisini sakina í egnar hendur og sendi bóltin flatt framvið Bjarta V. Mørk í HB málinum og í handara síðunetið.
Tað sá út til, at HB fyrstu løtuna eftir steðgin hevði fatur á spælinum, og níggju minuttir eftir steðgin kveiktist spenningurin av nýggjum, tá ið Ási P. Dam minkaði um munin til 2-1.
HB vann seg í onkrar góðar støður, tá ið álopsbogin varð spentur og eisini miðverjarnir vóru frammarlaga á vøllinum, men 18 minuttir undan leikloki fór luftin úr HB. Luca Thorstensen legði við horna úr høgru, og við fremra stólpa var AB miðverjin og veteranurin Símun N. Samuelsen so mikið leysur, at hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið dygst undir samankomingini.
HB skifti Heðin Hansen inn á miðvøllin og síðani Jákup L. Thomsen og verjuspælaran Per Magnus Steiring inn í álopið. Teir hava báðir verið skaddir í nógvar vikur, men tað eydnaðist ikki teimum ella HB at minka um munin og aftur at kveikja spenningin.
Um eina viku verður tað grannauppgerð í Gundadali millum B36 og HB, og tá fer AB vestur í Vágar at hitta 07 Vestur.











