Prísurin á bensini og diesel kostar nú tað sama hjá báðum oljufeløgunum, sum fríggjadagin og í dag hava framt ta triðju hækkingina í hesum mánaðinum, og ta 25. prísbroytingina, síðan Russland legði á Ukraina tann 24. februar
Ein litur av diesel kostar nú 13 krónur og 49 oyru, og ein litur av gassolju – húsarhaldsolju – kostar nú 12 krónur 63 oyru, sum eisini eru metprísir.
So nógv eru prísirnir hækkaðir síðani 24. februar:
- Bensin: 32 prosent
- Diesel: 38,5 prosent
- Gassolja: 40,3 prosent
Niðanfyri síggjast 25 prísbroytingar síðani 24. februar í ár:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##