Nú er Sólrun eisini á Mofibo

Væl umtókt skaldsøga kann nú upplivast sum ljóðbók

Forlagið Sprotin hevur samstarv við stroymingtænastuna Mofibo um ljóðbøkur, og tað vil siga, at í stóra úrvalinum hjá Mofibo eru eisini føroyskar bøkur at lurta eftir.

 

Tá ið samstarvið byrjaði í fjør, legði Sprotin 60 bøkur inn í einum. Síðan eru fleiri bøkur lisnar inn og lagdar á Mofibo.

 

Tær seinastu bøkurnar, sum eru komnar á Mofibo, eru eitt nú Fáur fær tráðin heilt slættan hjá Sólrun Michelsen, yrkingasavnið eitt hjá Helga Rasmussen og Kóka Bjørn hjá Mikael Nemi.

 

Tað krevst hald á Mofibo fyri at lurta eftir føroysku bókunum.