Hesum boðar Miðflokkurin frá í dag:
– Formansval, sum sambært lógum floksins skal verða aftaná hvørt løgtingsval, hevur í dag verið í Miðflokkinum.
– Jenis av Rana, sum hevur verið formaður floksins síðani 1998, segði seg úr formansstarvinum, og Steffan Klein Poulsen varð valdur nýggjur formaður fyri flokkin.
Steffan Klein Poulsen fekk 701 atkvøðu á løgtingsvalinum. Jenis av Rana fekk 364.
Við Sosialin í síðstu viku segði Jenis av Rana, at hann fer ikki at stilla upp aftur til næsta løgtingsval.
– Kanska tey fáa lokkað meg, um val verður í ótíð um til dømis eitt ár, legði hann afturat.











