Nú eru fleiri ímóti rættindum til samkynd

Mótstøðan í Løgtinginum at geva samkyndum rættindi er størri í dag, enn hon var í 2017, tá hjúnarbandslógin varð broytt soleiðis, at fólk av sama kyni kunnu giftast

Lítið er broytt í Løgtinginum, nú tingið enn einaferð skal taka støðu til eitt uppskot um at geva rættindi til samkynd.

 

Tríggir flokkar eru fyri, og tríggir flokkar eru ímóti.

 

Men í mun til 2017, so eru fleiri tingfólk nú ímóti at geva samkyndum rættindi.

 

Eftir øllum at døma fer samgongan at fella uppskotið frá nøkrum tingfólkum úr andstøðuni um rættindi til samkyndar mammur.

 

Men av tí at Johan Dahl, sum tann einasti í samgonguni hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum, so hevur samgongan ikki meirilutan at fella uppskotið.

 

Roknað verðu tó fyri vist, at Kristin Michelsen úr Sjálvstýrisflokkinum fer at hjálpa samgonguni, annaðhvørt við at atkvøða ímóti uppskotinum ella við ikki at vera í tinginum. Úrslitið verður tað sama. Um Johan Dahl atkvøður við andstøðuni, so stendur 16-16, og so fellir málið. Tí er atkvøðan hjá Kristini Michelsen avgerandi – men bara um hann atkvøður fyri. Um hann ikki møtir á tingi, atkvøður blankt ella atkvøður ímóti, so fellur uppskotið.

 

Við at bera saman atkvøðugreiðsluna um hjúnabandslógina í 2017 og støðuna hjá samgongutingfólki í dag, so kann staðfestast at fleiri tingfólk hesaferð fara at atkvøða ímóti rættindum til samkynd, enn tey gjørdu í 2017.

 

Tað var tann 29. apríl í 2017, at samtykti broytingarnar í hjúnabandslógini, sum loyvdi fólki av sama kyni at giftast. Tá var uppskotið samtykt við lutfalsliga stórum meiriluta.

 

Umfram tey 17 fólkini í táverandi samgongu atkvøddu eisini tveir tingmenn úr Sambandsflokkinum fyri lógaruppskotinum, Magni Laksafoss og Edmund Joensen. Tað vil siga, at 19 tingfólk atkvøddu fyri og 14 ímóti. Viðmerkjast skal, at tað lá einki band á nøkrum tingfólkum tá. Løgmaður gjørdi greitt, at talan ikki var um eitt samgongumál, soleiðis kundu øll tingfólk, bæði í samgongu og í andstøðu atkvøða eftir síni persónligu sannføring.

 

Atkvøðugreiðslan um hjúnabandslógina 29. apríl í 2017 var soleiðis:

 

JA: 19 atkvøður:

 

1. Páll á Reynatúgvu

 

2. Hanna Jensen

 

3. Ruth Vang

 

4. Djóni Nolsøe Joensen

 

5. Kristianna Winther Poulsen

 

6. Helena Dam á Neystabø

 

7. Bjarni Hammer

 

8. Kristin Michelsen

 

9. Hilbert Elisson

 

10. Jónleif Johannesen

 

11. Sonja Jógvansdóttir

 

12. Pauli Trond Petersen

 

13. Óluva Klettskarð

 

14. Bjørt Samuelsen

 

15. Katrin Kallsberg

 

16. Ingolf Sólheim Olsen

 

17. Annita á Fríðriksmørk

 

18. Magni Laksáfoss

 

19. Edmund Joensen

 

Øll tingfólk og landsstýrisfólk í samgonuni, sum situr í dag, ið eisini vóru tingfólk í 2017, atkvøddu ímóti uppskotinum.

 

NEI: 14 atkvøður

 

1. Kári Páll Højgaard

 

2. Bárður Kass Nielsen

 

3. Jógvan á Lakjuni

 

4. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

5. Annika Olsen

 

6. Jákup Mikkelsen

 

7. Jacob Vestergaard

 

8. Jørgen Niclasen

 

9. Jenis av Rana

 

10. Bill Justinussen

 

11. Bjørn Kalsø

 

12. Magnus Rasmussen

 

13. Kaj Leo Holm Johannesen

 

14. Bárður á Steig Nielsen