Nú eru frægari útlit fyri koyrilíkindunum

Tað er hildið upp at at kava, men summastaðni rýkur illa

Tað er framvegis ikki koyrandi ímillum nógvar bygdir kring um í landinum.

Árni Jacobsen á Landsverki sigur, at enn ber ikki til at siga, nær koyrandi verður aftur.

Men hann sigur, at nú er veðrið batnað, og at tað sær frægari út.

- Tað er hildið upp at at kava, men tað rýkur framvegis nógvastaðni og tað tarnar arbeiðnum hjá Landsverki at grava. Í Vestmanna, og aðrastaðni er so nógv at grava, at tey mugu brynja seg við toli, sigur hann.

Samstundis verður framvegis mælt frá at koyrt verður um tað mesta av meginøkinum.

 

Les eisini: Nú lurta fólk betri eftir ávaringunum

 

Hann sigur, at longur út á fyrrapartin vita teir meiri um, hvussu líkindini at koyra verða seinni í dag.

 

Árni Jacbsen sigur, at sum støðan er nú, er tað ikki koyrandi millum bygdir í Vágum, í Streymoy og í Eysturoynni.  

Tó er koyrandi úr Klaksvík til Runavíkar og til Fuglafjarðar, men tað er ikki koyrandi norður ímóti Skálafirði.

 

Tað verður grivið eftir landsvegunum, men fleiri íbindingar ella síðuvegir eru ikki grivnir.

Annars er koyrandi í Suðuroy, í Sandoy, og í Norðoyggjum.

 

Hinvegin boðar hann framvegis frá nógvum vindi í Syðradali, har hann kemur upp á 34,3 metrar um sekundið í hvirlunum.

Harafturat verður boðað frá hálku um alt landið, av Gjáarskarði, allan vegin suður eftir og vestur eftir, og heilt til Suðuroyar.