Beint eftir nýggjár skal eitt ungdómsráð veljast í Havnini
Tað samtykti Tórshavnar Býráð einmælt í gjárkvøldið.
Samstundis fær Ungdómsráðið 100.000 krónur at arbeiða fyri, umframt at býráðið útvegar høli og hjálpir ráðnum við ymsum fyrisitingarligum uppgávum, eitt nú at skipa fyri sjálvum valinum til ungdómsráðið.
Ungdómsráðið, sum skal telja 5-7 limir, skal røkja áhugamálini hjá teimum ungu mótvegis býráðnum.
- Endamálið er at styrkja fólkaræðið í kommununi, við at skipa eitt ráð, har ung, sum í dag ikki hava valrætt til býráðið ella løgtingið, fáa eina rødd í politisku skipanini, sigur býráðið
Annars kunnu uppgávurnar hjá Ungdómsráðnum sammetast við uppgávurnar hjá Eldraráðnum.
Valrætt til ungdómsráðið eru øll ímillum 14 og 22 ár og tað eru eisini ung í hesum aldursbólki, ið kunnu stilla upp til val til Ráðið.
Hvørt valskeið verður tvey ár.
- Nú verður farið undir at fyrireika valið til ungdómsráðið og tað verður heilt stutt eftir ársskiftið, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentannarnevndini í Tórshavnar Býráði
Í hesum sambandi er ætlanin at seta ein bólk av ungdómum, sum næmingafeløg á miðnámsskúlum og Nám X tilnevna, við tí endamáli at skipa fyri valinum saman við býráðnum.