Tíðindaskriv frá Matvørubreytini TSK um matvøru yrkisútbúgvingar
Kokkaútbúgvingin í Matvørubreytini TSK hevur ment seg nógv seinnu árini og í juni í ár verður fyrsta sveinaroyndin í kokkaútbúgvingini hildin. Sostatt fáa vit á fyrsta sinni kokkar, ið eru útbúnir heilt og fult í føroysku læru- og skúlaskipanini.
1. skúlaskeið tvær ferð árliga
Í framhaldandi strembanini eftir at víðka um møguleikarnir og styrkja um matvøruyrkið í føroyum, eru nú ávísar broytingar framdar á skúlapartinum. 1.skúlaskeið(grundskeið) byrjar nú tvær ferð árliga t.e. í august og í januar. Skeiðið er í 20 vikur.
1. skúlaskeið í TSK gevur atgongd til fleiri matvøru útbúgvingar
Umframt kokkaútbúgving, gevur 1.skúlaskeið í Matvørubreyt nú eisini víðari atgongd til útbúgving innan: Kondittara, bakara, tænara, gourmét-slaktara og føðsluatstøðara(ernæringsassistent). Tó má lærlingurin taka annað, triðja og fjórða skúlaskeið til hesar útbúgvingar í Danmark.
Meir kunning til
OPIÐ HÚS á TSK leygardagin 21. februar frá kl. 10-14, Mýrivegur 2, Klaksvík, ella á www.tsk/matvørubreyt og umvegis teldupost til [email protected] .
Í appini ”útbúgvingar” er eisini møguligt er at lesa um kokkaútbúgvingina, umframt áður nevndu útbúgvingar innan matvøruyrkið.











