Nú fáa vit tvey nýggj koppingarevni fyri koronu

Væntandi verður tað heilt skjótt, at tey verða góðkend í ES

Nú fáa vit nýggj koppingarevni fyri koronu. Tað skriva bæði DR og TV2 í dag. Tíðindini koma eftir, at stovnurin fyri heilivág í Evropa, EMA, hevur almannakunngjørt, at tey hava biðið ES myndugleikarnar góðkenna tvey nýggj koppingarevni fyri Koronu. Og nú vænta tey, at tað verður heilt skjótt, at ES myndugleikarnar góðkenna tað, og so er tað klárt at taka í nýtslu.

 

Annað koppingarevni er frá Moderna og hitt er frá Pfizer, sum er tað, sum vit brúka. Nýggju koppingarevnini eru grundað á sama mRNA-teknikk, sum tey koppsetingarevni, vit hava havt, eru grundað á.

 

Men tey koppingarevnini, vit hava, eru gjørt til at basa upprunaligu variantunum á koronum. Hinvegin eru hesi nýggju koppingarevnini lagað til við tí endamáli at tað eisini skal basa omikron variantunum, sum eru teir vanligastu nú.

 

Sostatt sigur EMA, at hesi nýggju koppingarevnini verja betri ímóti teimum variantunum, sum nú herja. Men tey leggja dent á, at upprunaliga koppingarevnið verjir fólk eisini rættiliga væl ímóti at verða álvarsliga sjúk, ella at doyggja, av koronu.