Nú fær Ukraina amerikanskar stríðsvognar

- Eg eri fegin um at boða frá, at stríðsvognarnir, sum USA hevur lovað Ukraina, skjótt eru komnir uppá pláss, sigur amerikanski verjumálaráðharrin.

 

- Amerikanskir stríðsvognar av slagnum, M1 Abrams, eru skjótt komnir upp á pláss í Ukraina.

 

Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin.

 

- Eg eri fegin um at boða frá, at stríðsvognarnir, sum USA hevur lovað Ukraina, skjótt eru komnir uppá pláss.

 

Hetta segði Lloyd Austin á fundi í morgun millum verjumálaráðharrar í kontaktbólkinum fyri Ukraina.

 

Tað var Ramstein-herstøðini í Týsklandi, at amerikanski verjumálaráðharrin kom við hesi fráboðan.

 

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í dag, er eitt nú norska kringvarpið, NRK.

 

##med2##

 

 

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin.