Nú fellur laksaprísurin aftur

Nøgdirnar á marknaðinum hava verið lutfalsliga smáar, men nú verður meira fiskur tikin, og tað hevur sína ávirkan á laksprísin.

 

 

 

iLaks, sum metir um útlitini fyri spottprísunum á laksi í vikuni, sum stundar til, væntar, at laksaprísurin fer at lækka eini 10 prosent í næstu viku. Hetta verður onnur vikan á rað, at prísirnir lækka.

 

Sum skilst, væntar laksavinnan, at prísirnir fara at leggja seg niðri móti 60 norskum krónum fyri kilo, sum er slakar 45 danskar krónur. Sagt verður frá, at størri nøgdir av laksi nú aftur eru á marknaðinum.

 

Í laksavinnuni eru boðini upp á prísirnar í næstu viku ymisk. Onkur væntar, at her verða prísir, sum fara nakað yvir 60 norskar krónur fyri kilo, og onkur væntar, at prísirnir fara at liggja beint undir 60 krónur.

 

Í mars, apríl og mai hava nøgdirnar verið lutfalsliga smáar, men nú byrjar nøgdin av laksi, sum verður tikin, aftur at veksa, veit iLaks at siga, nú tey enn einaferð hava gjørt eina útgreining um væntaðu prísgongdina.