Nú fer landsstýrið at selja

Men prísurin skal eisini vera tann rætti

Landsstýrið hevur nú gjørt av at selja sín part í íløgufelagnum, Tjaldur. Landsstýrið eigur partabrøv fyri 2,8 milliónir í Tjaldri og tað svarar til 2,8 prosent av partapengunum.

 

Tað er grannskoðaravirkið, Januar, sum stendur fyri søluni og seinasta freist at bjóða er 28. desembur. Men landsstýrið tilskilar sær rætt til at vraka øll boðini, halda tey í Fíggjarmálaráðnum ikki, at boðini eru nøktandi.

 

Fíggjarmálaráðið tekur sær eisini rætt til at bjóða partabrøvini út av nýggjum ímillum tey, sum hava latið tilboð inn rættstundis.