Nú hevur Niels Pauli skrivað undir

Í kvøld boðar EB/Streymur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Niels Paula Danielsen

Fyrrapartin stóð her á in.fo, at Niels Pauli Danielsen seinastu vikurnar hevur vant við EB/Streymi, og at sáttmáli fór at verða skrivaður í hesi vikuni.

 

https://in.fo/news-detail/niels-pauli-er-aftur-vid-margair

 

Í kvøld skrivar EB/Streymur soleiðis:

 

Niels Pauli við í 2022!

 

33 ára gamli Niels Pauli Danielsen er úr Klaksvík, men býr í Havn. Vinstra beinti leikarin kann røkja fleiri pláss á vøllinum. Niels Pauli hevur seinastu fýra árini spælt við Skála, men er ein kendur maður í felagnum.

 

Niels Pauli leikti, sambært FaroeSoccer sín fyrsta dyst í bestu deildini fyri KÍ í 2009. Frá 2011 til og við 2015 var hann partur av besta liðnum hjá EB/Streymi. Ígjøgnum árini er tað samlað blivið til 234 dystir í bestu deildini og 27 mál. Í 1. Deild hevur hann leikt 88 dystir, umframt 32 dystir í kappingini um løgmanssteypið og 6 dystir í Europa.

 

Vónin er, at Niels Pauli við sínum royndum kann vera við til at menna okkara ungu og lokalu leikarar enn meira. Við hesum ynskja vit Niels Paula vælkomnum heim.