Umboð fyri Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava í dag lagt fram ein lógarpakka, sum skal tryggja javnrættindi til samkyndar familjur og børn teirra.
Fleiri samkyndar familjur hava víst á manglandi rættindi í lóggávuni. Tí er hetta eitt umráðandi mál at loysa.
– Enn hevur meirilutin á tingi ikki tikið undir við at geva samkyndum javnrættindi. Løgmaður hevur sagt, at hann ætlar at loysa málið, men enn er einki hent. Tað er átrokandi at loysa avbjóðingina, og tí verður lógarpakkin lagdur fram, siga uppskotsetararnir.
– Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið fyrstu árini av lívi sínum fær møguleika at vera nógv saman við foreldrunum. Tí tað er hesa tíðina, at tryggleikin og tøttu bondini restina av lívinum verða knýtt, skriva umboð fyri flokkarnar, siga tey.
Lógarpakkin við fleiri uppskotum er enn eitt fet á leiðini at fáa fult javnsett rættindi fyri samkyndar borgarar í Føroyum. Talan er um rættin til sammóðurskap, barsilsrættindi og arvarættindi við meira, sum verða tryggjað fyri familjurnar.
Siga uppskotssetararnir fyri Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Her eru uppskotini:
1. https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9753
2. https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9752
3. https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9751