Nú lýsir í Suðuroynni

Hjá SEV hava tey nú fingið tamarhald á el-veitingini í Suðuroynni, men tað verður ikki fyrr móti morgni, at full orka aftur er á kervinum

Partur av Suðuroynni hevur verið púrasta uttan streym í kvøld, meðan partur av oynni hevur havt streym í løtum.

 

Orsøkin var eldsbrunin, sum var á verkinum í Vági, og sum í fyrstu atløgu legði alla oynna lamna.

 

Við at nýta virkið í Botni í Vági fekk partur av oynni streymin aftur hampuliga skjótt, men síðani var aftur bølamyrkt.

 

- Vit høvdu ein tekniskan trupulleika, meðan vit arbeiddu, og tí noyddust vit at lukka alla el-veitingina niður eina løtu. Vit hava tó fingið rættað tað brekið eisini, og fyri løtu síðani koplaðu vit alla el-veitingina innaftur, sigur Jón Nielsen hjá SEV.

 

Hann sigur tó, at enn er ikki full orka á el-veitingini.

 

- Vit arbeiða framvegis við hesum, og vit rokna við, at full orka ser aftur á el-veitingini á leið klokka 4-5 í nátt. So vónandi fer hetta ikki at darva, tá fólk fara til arbeiðis í morgin, sigur Jón Nielsen.