Talið á løntakarum í Føroyum er vaksandi. Í juni mánaði vóru 27.500 løntakarar í Føroyum, og tað vóru 1000 løntakarar fleiri enn fyri einum ári síðani.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Trendurin vísir, at í »almennari og aðrari tænastu« hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi, og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi.
Lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum.
Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka, eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014.
Í juni í fjør vóru 4.357 løntakarar í byggivinnuni. Í juni í ár vóru 4.253 løntakarar. Tað eru góð hundrað fólk færri.