Borgarstjórin í Tórshavn og fleiri við honum rópa upp um stóra tørvin í Suðurstreymi fyri íløgum í ansingarpláss og bústaðarpláss, og tann eina bygdakommunan fyri og onnur eftir verður løgd undir Tórshavn. Hví verður spurt? Tí tað er best liviligt í Suðurstreymi, ta má vera og er helst svarið?
Hetta er úrslitið av politikki borgarligu samgongunnar við sambandsflokkinum á odda, hvar ágangurin á Miðøkið er vaksandi, tí bygdirnar verða forsømdar.
Við einum sera vánaligum kommunupolitikki, hvar størsta forðingin fyri framburði er sjálvur kommunumálaráðharrin úr sambandsflokkinum, so er ein veldug miðsavnan farin fram í Suðurstreym, tí eingin onnur kommuna hevur fingið virkað fyri landsstýrismanninum, sum meira ella minni hevur avtikið kommunala sjálvstýrið.
Í hesi 4 árini hevur landsstýrið ikki rætt hond frá síðu at hjálpa upp á størsta trupulleikan, kommunuskuldina. Og tær kommunur, sum komu ringast fyri av búskaparkreppuni, hava stórt sæð verið sleptar upp á fjall av landsstýrinum, tí landsstýrismaðurin hevur ta fatan, at hann er valdur til at tykta tey, sum eftir hansara tykki føra ein annan politikk. Ein ann so spyrja hvørjum maðurin er valdur av: vit hava fólkastýri, men hesin maður var uppstillaður bæði til kommunuval og løgtingsval fyri 4 árum síðani í størsta valdømi okkara við yvir 10.000 atkvøðum.
Hvør valdi hendan mótmiklasta mann okkara, jú, undir 1/2 prosent av møguligum atkvøðum. Sigið so, at vit hava fólkastýri í Føroyum.
Javnaðarflokkurin setur sær fyri eftir løgtingsvalið, at landspolitikkur aftur verður fyri allar Føroyar og ikki bert fyri Suðurstreym eisini á hesum økinum.
Útjaðarin og bygdirnar skulu styrkjast við einum aktivum kommunalpolitikki. Toppurin av kommunuskuldini hjá ringast støddu kommunum skal sanerast yvir kommunala kreppulánsgrunnin og landskassan. Landskassin og kommunukassar skulu hava loyvi til at styðja upp undir arbeiðsskapandi tiltøk saman við privatum og fakfeløgum.
Teir borgarligu flokkarnir søgdu fyri 4 árum síðani, at teir vildu minka umsitingina í Tórshavn ? minka yvirbygnaðin søgdu teir. Hvat hava sambandsmenn við løgmanni á odda og fólkafloksmenn gjørt? Jú, teir hava beint øvugt av tí, teir søgd, sett hópatal av høgtløntum fólkum í landsumsitingina við alskyns stjórum og fulltrúum, og lønarkostnaðurin ? yvirbygnaðurin, sum minka skuldi, er vaksin almikið og veksur framvegis? Og øll hesi nýggju størv eru í Tórshavn, einki á bygd.
Loysunarorðið fyri tænasturnar til bygdirnar og útjaðaran er privatiseing. Tað siga teir borgarligu flokkarnir. Men Javnaðarflokkurin sigur nei.
Vit hava vælvirkandi almennar stovnar, sum tað kostar tað sama at nýta um alt landið: Telefonverkið - SEV - IRF - Ambulansutænastan - Sjúkrahúsverkið - Kommunulæknarnar - Postverkið - osfr.
Javnaðarflokkurin vil betra og verja hesar almennu tænastur, ikki privatisera tær. Bygdaleiðir og Strandferðslan skulu framvegis vera almennir stovnar, men ferða- og fraktkostnaðurin eigur at vera eins millum Tórshavn og bygdirnar, óansæð hvar ein býr í landi okkara.
Tað skal vera eins gott at búgva alla staðni í Føroyum, og tað er als eingin eydna fyri Føroyar ella føroyingar at flyta fleiri til Suðurstreym.
Skattalættar skulu ikki avloysast av privatum gjøldum, tí tað er asosialt og at skatta bygdirnar og útjaðaran harðari og harvið gera tað meira óliviligt uttan fyri miðøkið. Hesum fer Javnaðarflokkurin at virka ímóti.
Gevið tí Javnaðarflokkinum tygara atkvøðu 30. apríl.
Velji Javnaðarflokkin.
Birgir Mohr