Nú nærkast til heilsustevnuna í Sjónleikarhúsinum

Aftur í ár verður heilsustevnan Vítt til veggja.

Tíðindaskriv:

 

Hendan heilsustevnan hevur nøkur ár á baki, og hevur hon sum útgangstøði at samla ymiskar heilsufremjandi viðgerðarhættir undir eitt tak.

 

Í ár verður tað Derhard Jógvanson prestur, sum kemur at seta stevnuna, har hann fer at tosa um týdningin við kvirru.

 

Í fjør var tað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum setti stevnuna, og í 2023 var tað Pál Weihe professari.

Nógv spennandi verður aftur á skrá í ár. Ein rúgva av áhugaverdum fyrilestrum.

Søla av krystallum, burðardyggum endurnýtsluvørum berfótaskóm, hugnalig cafe og tónleikur

Hópin av forvitnisligum básum, sum umboða ymsar viðgerðarhættir.