Nú øtlar hann vindin

Samstundis sum hitin fellur heilt niður í tvey stig onkra náttina, kunnu vit vænta upp í hvassan vind sunnudagin.

Eitt brúgvalag við regni fer í ein landnyrðing frá Føroyum, og hevur ælaveður við sær. Fríggjadagin og leygardagin kemur ein hátrýstsryggur inn yvir Føroyar úr vestri, og sunnudagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið við regni.

 

Hósdagin verður lot til andøvgsul frá suðri og landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Okkurt æli, men eisini sólglottar. Hitin um 10 stig. Fríggjanáttina verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum 2 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvgsul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein útsynning og sunnan og makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og sól, men um kvøldið skýggjað. Hitin um 10 stig, um náttina niður í millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt gul til stívt andøvgsul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvølrið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvgsul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, men út á dagin klárar í. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvgsul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í lot til andøvgsul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, út á dagin upp í stívt andøvsgul, umleið 10 metrar um sekundið. Týsnáttina øtlar hann upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Týsdagin verður andøvgsul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Skýggjað og kanska regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.