Nú sær svart út á Svangaskarði

Við teprum sigri á Svangaskarði í kvøld legði Skála ÍF sjógv millum seg og tvey tey aftastu

Markus Hellisdal skoraði sigursmáli við brotssparki, tá ið Skála ÍF í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti B68

Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Skála ÍF. Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku síðani var tað hjálparvenjarin Ari Ó. Ellingsgaard, sum hevði ábyrgdina og hevði eldhugaða Jákup Jakobsen undir liðini á sær. Í kvøld var Ari Ó. Ellingsgaard aftur hjálparvenjari, og Poul N. Poulsen var nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF hevur 20 stig, og at tað eru trý stig aftur til 07 Vestur, og at tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri enn Skála ÍF, sum hevur betri málmun enn B68 hevur.

 

Dystargongdin bar brá av, at tað vóru tvey lið á vøllinum, sum stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður.

 

Skálamenn vóru meiri á bóltinum, og Skála ÍF vann seg fram til 9 hornaspørk, og B68 vann seg fram til fýra hornaspørk.

 

Tað vóru fáir upplagdir málmøguleikar, og leingi luktaði tað av málleysum javnleiki. Einasta málið skoraði Skála ÍF, tá ið eitt korter var eftir. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki til gestirnar, og miðverjin Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í ár. Fyrra ferðin var, tá ið Skála ÍF á heimavølli 6. apríl tapti 2-1 ímóti EB/Streymi.

 

Undan landsliðssteðginum bíða tríggir dystir hjá B68, sum av álvara hevur knívin á barkanum. Dystirnir eru á útivølli ímóti B36 og AB og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og at teir harvið vera sera tætt at niðurflytingini, tá ið landsliðssteðgurin verður.

 

Eftir góðu gongdina tvær tær seinastu ferðirnar er øll orsøk til stórt sjálvsálit í skálaleguni. Fram ímóti landsliðssteðginum eru avbjóðingarnar 07 Vestur og HB á heimavølli og so KÍ á útivølli.

 

Markus Hellisdal skoraði sigursmáli við brotssparki, tá ið Skála ÍF í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti B68