Fríggjadagin fer Løgtingið at hava orðaskiftið um eina heilsunýskipan í Føroyum.
Orðaskiftið verður bygt á eina frágreiðing, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at leggja fram.
- Endamálið við frágreiðingini er at vísa á eina nýggja heilsupolitiska kós fyri Føroyar, sigur Karsten Hansen.
Í hesum sambandi er endamálið, at føroyingar skulu liva eitt heilsugott lív uttan sjúku.
Karsten Hansen sigur, at tað hevur verið avgerandi, at nýskipanin er kjølfest ímillum millum tey, sum hava vit heilsuverk og sjúklingar at gera.
Tí hevur hann havt nógvar fundir við alskyns áhugabólkar og fakfeløg, har tey fingu høvi at greiða frá sínum sjónarmiðjum.
Útgangsstøðið er, at landsstýrismaðurin í heilsumálum vil hava heilsuverk, sum í størri mun fyribyrgir at fólk vera sjúk.
Í frágreiðingini greiðir Karsten Hansen eisini frá tiltøkum, hann hevur sett sær fyri at arbeiða við í valskeiðinum.