Nú skal Liverpool í eldin

Champions League: Tveir fyrru 1/8 finalur eru aftur í kvøld. Liverpool er í Italia og Bayern er í Eysturríki

Eins og í gjárkvøldið er Champions League á skránni í kvøld. Talan er um tvær fyrru 1/8 finalur. Inter Milan tekur móti Liverpool, meðan RedBull Salzburg fær vitjan av Bayern Munchen.

 

Inter Milan – Liverpool (20.00)

 

Inter Milan liggur á øðrum plássi í Seriu A, har felagið er í harðari kapping við granarnar úr AC Milan um meistaraheitið. Júst AC Milan hevur tvær ferðir í bólkaspælinum tapt móti júst Liverpool. Tað hevur fingið venjaran, Simone Inzaghi, at siga at Liverpool er favorittur. Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at Inter Milan er í endaspælinum.

 

Gestirnir hava allar spælararnar tøkar til dystin í kvøld, men tað er ein smeitur fyri heimaliðið, at Nicolò Barella ikki er við. Italski landsliðsmiðvallarin hevur leikbann. Liverpool hevur vunnið seks teir seinastu dystirnar og vann seinast hesi møttust. Tað var í 2008.

 

Møguligar uppstillingar:

 

Inter: Handanovič; Škriniar, De Vrij, Bastoni; Dumfries, Vidal, Brozović, Hakan Çalhanoğlu, Perišić; Džeko, Martínez

 

Liverpool: Alisson; Alexander-Arnold, Matip, Van Dijk, Robertson; Henderson, Fabinho, Thiago Alcántara; Salah, Firmino, Mané

 

Redbull Salzburg – Bayern Munchen (20.00)

 

Gestirnir úr Týsklandi eru stórfavorittar at vinna samanlagt, men tað hevur vakt ans, at Bayern Munchen tapti 4-2 móti Bochum í Bundesliguni um vikuskiftið. Hartil er Bayern uttan Manuel Neuer, Alphonso Davies og Leon Goretzka.

 

Stóra vónin hjá heimaliðnum er skjóti áleyparin Karim Adeyemi. Hann hevur vunnið liðnum fleiri brotsspørk, og søgan sigur, at hann endar í Borussia Dortmund komandi kappingarár.

 

Møguligar uppstillingar:

 

Salzburg: Köhn; Kristensen, Solet, Wöber, Ulmer; Camara; Capaldo, Aaronson, Seiwald; Okafor, Adeyemi

 

Bayern: Ulreich; Pavard, Süle, Hernández; Gnabry, Kimmich, Tolisso, Coman; Müller, Sané; Lewandowski

 

Champions League 1/8:

 

15. feburar:

 

PSG – Real Madrid 1-0

 

Sporting – Manchester City 0-5

 

16. feburar:

 

Red Bull Salzburg – Bayern Munchen (20.00)

 

Inter Milan – Liverpool (20.00)

 

22. feburar:

 

Chelsea – Lille (20.00)

 

Villarreal – Juventus (20.00)

 

23. feburar:

 

Atletico Madrid – Manchester United (20.00)

 

Benfica – Ajax (20.00)