Hesin sami politikari hevur nú boðað frá, at hann (fyribils) hevur tikið seg úr aftur politikki, og spurningurin er tí, um hann hevur rokkið sínum máli. Ja, spurningurin kann orðast stutt og greitt: hava vit ruddað upp í føroyskum politikki? Og svarið er eitt líka so greitt nei.
Vit bjargaðu teimum,
ið áttu
Nevndin, sum løgtingið setti at kanna áttatiárini, er onki minni enn ein skomm, serliga um vit samanbera við tey krøv, sum vit seta donsku parlamentarisku skipanini.
Tá ið talan er um donsk mistøk, er onki mark fyri, hvussu nágreiniligar kanningarnar skulu vera Men okkara egu mistøk fara vit heldur lættari um. Og hví?
Er tað ikki júst eitt sereyðkenni fyri kreppuna sum var, at tá galt tað um at bjarga teimum fáu, ið áttu, undan øllum skyldum, meðan rokningin fyri kreppuna endaði hjá Føroya fólki, tí føroyska skattgjaldaranum. Trupulleikin í dag er, at rokningin er so stór, at vit megna ikki at gjalda hana, og tí noyðast vit at fara til danir at samráðast um eina lagaliga afturgjaldsskipan.
Alt tvassið um bankamál og ráðagerðir hevur fyrst og fremst øst Føroya fólk upp, og í øðrum lagi hevur tað køvt alt skilagott politiskt kjak í hesum landi. Øsingin hevur, tá ið saman um kemur, mest verið ein glantrileikur, sum hevur skulað fjalt út yvir okkara egna kleyvarskap. Endamálið hevur fyrst og fremst verið at venda fólksins eygu burtur frá okkara egnu spekulantum, fyri at beina vreiðina yvir á eitt nú Poul Nyrup, sum í hvussu er ongan lut eigur í føroysku kreppuni. Føroyska kreppan, ið tann mun hon er skapt av dønum, var løgd til rættis av eini borgarligari danskari stjórn, sum fekk treytaleysan stuðul frá okkara føroyska fólkatingsumboði, Óla Breckmann. Einasta treytin fyri stuðlinum tykist hava verið, at danir ikki á nakran hátt blandaðu seg upp í føroyskan politikk hesi árini.
Ikki neyðugt
at rudda upp
í tíð og ótíð
Orsøkina til føroysku kreppuna, sum nú tíbetur er um at hæsa av, kenna vit væl. Síðst í sjeytiárunum vóru veiðimøguleikarnir á fjarleiðum munandi skerdir. Okkara fiskifloti fór tí at troyta okkara egnu heimaleiðir, og av tí at ov nógvir vóru um boðið, var úrtøkan hjá hvørjum einstøkum ov lítil. So fór studningsbólturin á rull, og úrslitið var at okkara fiskigrunnar vórðu trároyndir. Hetta saman við ovurnýtslu, lækkandi fiskaprísum og alt størri skuldarbinding kundi bara enda á ein hátt. Og ta søguna kenna vit væl.
Tað hava verið og eru framvegis grundir til at rudda upp í føroyskum politikki. Hugurin at draga fram gamlar syndir er tó ikki hin besti, og tað er væl skiljandi. Tí tey allarflestu av teimum, sum ráða fyri borgum, ella sum ætla sær framat í føroyskum politikki, standa klár at gera somu mistøk einaferð enn, bara tey sleppa.
Fyri at fáa skil á okkara komandi samstarvi við danir, mugu hesi mál loysas beinanvegin:
1) Vit mugu fáa endurgjald fyri møguligt tap í sambandi við »bankabjargingarnar«.
2) Vit mugu fáa eina lagaliga afturgjaldsskipan av okkara uttanlandsskuld.
3) Vit mugu taka upp samráðingar við danir um eina komandi skipan, sum tryggjar okkara samvinnu við danir og aðrar norðurlandatjóðir. Henda skipan skal byggja á føroyskt sjálvstýri, og skal eisini geva okkum møguleikan at hava eftirlit við okkara egnu viðurskiftum, ikki minst peninga- og bankaviðurskiftum.
Sjálvstýrisflokkurin fer ikki til val fyri at rudda upp, nei, flokkurin vil heldur føra ein politikk, so at tað ikki skal gerast neyðugt at rudda upp í tíð og ótíð.
Erhard Jacobsen