VÍF liggur í løtuni einsamalt á odda í bestu mansdeildini, og hóast liðið hevur spælt ímóti bæði Kyndil og StÍF, sum vanliga teljast millum bestu liðini í deildini, hava teir fult stigatal eftir fyrstu fýra dystirnar.
Og í morgin sleppa vestmenningar at royna seg ímóti liðnum, sum er beint í hølunum á teimum, og sum tykist verða einasta liðið, sum kann kappast við teir. H71 var við í oddinum í fjør, men teir kláraðu ikki at fylgja við VÍF, og skulu hoyvíkingar gera sær vónir um at náa enn longri enn seinasta ár, er tað av alstórum týdningi, at teir longu nú vísa vestmenningum, at teir kunnu spæla við.
VÍF hevur seinastu tveir dystirnar havt trupulleikar í fyrra partinum av dystinum, men fram móti leikloki hava teir hvørjaferð togað seg frá mótstøðuliðnum, og tað fer at krevja ein innsats yvir tað vanliga, skal H71 gera nakað við VÍF. Í dystinum móti StÍF fyri tveimum vikum síðani riggaði einki hjá H71, og hendur nakað líknandi aftur í morgin, tapa teir stórt.
Dysturin ímillum tey bæði oddaliðini verður í høllini í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00.
Mikukvøldið vann StÍF tryggan sigur á KÍF, og komandi mikukvøld spæla Neistin og Kyndil grannadyst í Havn. TÍ verður bert ein dystur í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið.
GÍ má vinna
Hjá kvinnum verða tveir dystir í vikuskiftinum, meðan stóri dysturin í hesum umfarinum ikki verður fyrr enn mikukvøldið, tá Kyndil og Neistin fara at dystast fyri fyrstu ferð í ár.
Í Klaksvík fara Stjørnan og StÍF at spæla í dag. StÍF er við í oddinum, meðan Stjørnan fekk síni fyrstu stig til høldar seinasta vikuskiftið, tá tær vunnu á GÍ. Stjørnan togaði seg við sigrinum av aftasta plássi, fram um GÍ og upp á síðuna av VB.
GÍ skal aftur hetta vikuskiftið spæla botndyst, og nú hava gøtukvinnur ikki longur ráð at tapa. GÍ hevur einki stig fingið higartil, og tær eru einsamallar á aftasta plássi. Eftir tapið móti Stjørnuni seinasta vikuskiftið, hevur tað týdning hjá GÍ at venda skeivu gongdini, áðrenn tað líður ov langt út á kappingina, og munurin upp til hini liðini økist. GÍ og VB spæla í dag.