Núverandi bygdaráð í Hvalbiar kommunu hevur í eina tíð arbeitt við at útvega fleiri bústaðir í kommununi.
- Sum nógvum kunnugt, hoyra vit um, hvussu trupult tað er at fáa nakað at búgva í. Hetta er nakað, sum vit í bygdaráðnum taka í álvara og vilja gera nakað við.
Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
Hann vísir á, at fyri kommunuvalið í fjør legði MTV Byggivirki á Tvøroyri fram alment í Roynhøllini eina ætlan um at byggja 12 raðhús vesturi á Heyggi í Hvalba.
- Vit arbeiða nú við at fáa tey formligu viðurskiftini uppá pláss, áðrenn kommunan í næstum fer at taka støðu til bústaðarverkætlanina.
Janus Thomsen sigur, at hann er serstakliga glaður og takksamur fyri, at ein privat fyritøka á Tvøroyri hevur átikið sær leiklutin at byggja raðhús í Hvalba.
- Hetta vísir veruliga, hvussu ágrýtin vinnulívsfólk, vit hava og sum ynskja Suðuroynni væl, leggur borgarstjórin aftrat.
##med2##












