Greining: Ber tað til at stýra Føroyum við tveimum óstýriligum løgtingskvinnum sum avgerandi grundarlag?
Í morgin er nýggja samgongan eina viku gomul. Men ongantíð áður hevur so stórt rumbul verið í so stutta tíð hjá eini so nýggjari samgongu.
Tað er ein undarliga støða – fyri ikki at siga ein pínlig støða, sum tær báðar, Annika Olsen og Sonja Jógvansdóttir, hava sett ta politisku skipanina í. Fyrst var tað Annika Olsen, sum 9 dagar eftir valið boðaði frá, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum.
Beinanvegin varð gitt at hon fór upp í Framsókn. Men fyri ta tíð, var tað Sonja Jógvansdóttir, sum stjól myndina við at melda seg úr Javnaðarflokkinum – sama dag, sum løgtingið hevði valt Aksel V. Johannesen til løgmann, og sama dag sum hann hevði tilnevnt sær sjey landsstýrisfólk.
Tað sigst, at Sonja Jógvansdóttir gav floksformanninum boðini umvegis eini sms-boð 10 minuttir áðrenn tíðindafundin, har samgonguskjalið skuldi undirskrivast. Tað ljóðar ógvuliga óbúgvið – men tað sum er hent síðan bendir á, at tilgongdin í hesum málinum hevur verið stak óbúgvin og sera illa umhugsað hjá Sonju Jógvansdóttir, sum hevur handlað í óðum verki uttan at hugsa um avleiðingarnar, tað kann fáa fyri tey mál, sum hon bjóðaði seg fram at verja.
Á fyrsta tingfundi, sum varð hildin eftir at nýggja samgongan varð skipað, boðaði Annika Olsen frá, at hon nú ikki longur var uttanflokkatingfólk, men partur av tingmanningini hjá Framsókn. Hetta var 17. september. Men tíðin hjá Anniku Olsen í Framsókn var ikki drúgv, tí longu fýra dagar seinni – í kvøld, hevur hon boðað frá, at hon nú ikki longur er partur av Framsókn.
Tá hon seinast skifti flokk – altso fyri 11 døgum síðani – sløkti hon telefonina og krógvaði seg fyri fjølmiðlunum. Hesa seinnu ferðina hon skiftir flokk biður hon í tíðindaskrivi um frið fyri fjølmiðlunum. Hetta ber boð um, at hon eisini hevur handlað í óðum verkum – helst báðu ferðirnar. Tá hon ikki setir seg føra fyri at greiða almenninginum frá fløkjuni, hon er komin politisku skipanina í, so er støðan ikki góð. Vit kenna ikki tað trýst, ið hevur ligið á henni. Men tað man uttan iva vera trýst frá fyrrverandi floksfeløgum í Fólkaflokkinum. Tí sambært Poul Michelsen hevur einki stríð verið um ella við hana, teir 96 tímarnar, hon var partur av Framsókn.
Hósdagin kundi Aksel V. Johannesen smílast á tingfundinum, tá flytingin hjá Anniku Olsen hevði við sær, at samgongan aftur var heil, eftir at Sonja Jógvansdóttir legði fyrstu torpedoina undir samgonguna. Soleiðis sum talvið hevur ligið seinastu fýra dagarnar, so hevði Sonja Jógvansdóttar telvað seg út í ein myrkan krók í løgtinginum, har hon als onga ávirkan fær yvirhvøur. Hon sigur, at hon fer at gera vart við síni hjartamál. Men uttan mandat í samgonguni, so er tað einki vert. Tá kundi hon tað sama sitið saman við fakfelagsleiðarum og rópað varskó uttanfyri, tí tann støðan, hon kom í hósdagin, er einki verd í einum politiskum samanhangi.
Men hetta er nú eisini broytt nú. Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin taka uttan iva glaðbeint ímóti henni, um hon biður lova sær inn í hitan aftur. Tí tey hava brúk fyri hennara atkvøðu. Álitið á hana verður so sum so. Hon skal prógva rættiliga nógv, um hon skal takast fyri fult aftur. Men tann støðan, hon nú er í sum 17. atkvøðan í samgonguni kann brúkast til at gera tað gott aftur millum hana og Javnaðarflokkin.
Alternativ eru sjálvandi. Eitt er at fáa Nýggja Sjálvstýrið upp í samgonguna. Har eru helst ov stórar ósemjur um fiskivinnunýskipan – og so málið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu giftast borgarliga. Tað hevði helst farið í vaskið í eini slíkari samgongu – og so kundu tey samkyndu takkað Sonju Jógvansdóttir fyri bragdið.
Hin møguleikin er, at ein breið samgongu nú verður skipað saman við Sambandsflokkinum. Men tá má helst eitt nýtt samgongugrundarlag gerast, og tað verður ein størri kollvelting. Men ikki ómøguligt.
Tað er í øllum førum ein keðilig støða, sum Aksel V. Johannesen er komin í – eisini fyri alla ta politisku skipanina. Men fyri tær báðar Anniku Olsen og Sonju Jógvansdóttir er tað beinleiðis pínligt. Eitt er, at tær svíkja sínar tilsamans 2000 veljarar. Men tær – ella serliga Sonja Jógvansdóttir – snýta eisini øll, sum hildu, at hesi 17 fólkini, sum vildu broytingar í Føroyum – sum søgdu seg vilja, at valdið og virðini skuldu út til fólkið, og sum søgdu seg vilja skapa einar sterkar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar.
Tað stendur á gomlum nøglum, tí at tann politiska skipanin stedur og fellir við trúvirðinum hjá tveimum kvinnum, sum báðar hava svikið sínar veljarar og sínar flokkar. Spurningurin er, um politiska skipanin kann liva í óvissuni, nú tær hvør sína ferð hava rykt teppið undan samgonguni.
Tá tær sjálvar hava brotið niður sítt egna trúvirði so skjótt og effektivt, hvussu kann eitt heilt land so stóla upp á tær?
Lesið eisini: Poul hevur samhuga við Anniku
Lesið eisini: Annika Olsen tekur seg úr Framsókn!
Lesið eisini: Fólkaflokkurin aftur fullmannaður