Nú syngur Kaj Leo síðsta vers

Í dag er seinasti dagur, Kaj Leo Holm Johannesen er formaður í Sambandsflokkinum. Í morgin hevur Sambandsflokkurin eykalandsfund í Havn, har nýggjur formaður verður valdur.

Í dag er seinasti dagur, Kaj Leo Holm Johannesen er formaður í Sambandsflokkinum. Í morgin hevur Sambandsflokkurin eykalandsfund í Havn, har nýggjur formaður verður valdur.

 

Eittans valevni er til formanssessin, og tað er Bárður Nielsen, løgtingsmaður, sum í morgin verður valdur til formann í Sambandsflokkinum – tann 10. í røðini í 109 ára drúgvu søgu Sambandsfloksins, sum er Føroya elsti politiski flokkur.

 

Hetta formansskiftið verður øðrvísi, enn tá Kaj Leo Holm Johannesen tók við starvinum í 2004. Tá var flokkurin júst komin í samgongu – eftir at hava sitið í kuldanum í seks ár. Hesaferð skal nýggi formaðurin byggja flokkin uppaftur eftir eymýkjandi tapið eftir at hava sitið við valdið í 10 ár – harav flokkurin hevur havt løgmann í sjey ár.

 

Yvirskriftin á floksfundinum leygardagin er »Sambandsflokkurin aftur á rætta kós«, og tað ber boð um, at flokkurin ætlar sær aðra kós við nýggja formanninum.

 

Nú Kaj Leo Holm Johannesen syngur síðsta vers sum formaður Sambandsfloksins, so hevur hann at kalla ikki roynt seg sum andstøðupolitikara. Hann hevur verið í meldrinum alla tíðina, og mestu tíðina sum løgmaður. Tað eru ikki nógvir floksformenn, sum hava roynt tað – og bara tveimum hevur hepnast at sita longri við valdið, enn Kaj Leo Holm Johannesen: Atli Dam úr Javnaðarflokkinum, sum sat í 16 ár sum løgmaður, og Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum, sum sat í 10 ár sum løgmaður.

 

Bárður Nielsen fær tí eina nógv lættari uppgávu, nú hann syngur fyrsta vers...