- Nú var ovboðið

Síðani Sjúrður Horsdal, stjóri á ALS, tók við starvinum, eru starvsfólkini so við og við farin í onnur størv. Eftir situr stjórin við eini leiðslu, sum er mannað av nærmastu kenningum hansara. Tað sigur Unn Kruse, sum starvaðist á ALS frá byrjanini til í vár, tá hon kendi seg kroystan úr starvi

 


Tað er einki loyndarmál, at tað hevur verið ógvuliga bladrut á ALS, síðani Sjúrður Horsdal tók við starvinum, sum stjóri á stovninum.

Hóast tað hevur verið nógv tosað um hetta, og stjórin hevur fingið fyrispurningar frá blaðfólkum o.ø., so valdi hann ikki at svara spurningum.

Tey starvsfólkini, sum kendu seg útihýst, valdu at siga seg úr starvi.

Talan er um tilsamns eini átta fólk, sum starvaðust sum ávikavist málviðgerar, løgfrøðingur, tryggingarleiðari, varaleiðarin á arbeiðsávísingini og seinast skrivarin hjá stjóranum.

Ein teirra, sum kendi seg kroystan úr starvi, er Unn Kruse, fyrrverandi varaleiðari á arbeiðsávísingini.


Trupulleikar av stjóranum frá fyrsta degi

Hon varð sett í starv 1. juli 1992, tá stovnurin fór at virka. Saman við Tórgerð Nielsen, leiðara á ALS, einum málsviðgera og bókhaldara, løgdu tey virksemið til rættis.

Í november 1996 varð Sjúrður Horsdal settur sum stjóri á ALS. Tá byrjaðu starvsfólkatrupulleikarnir.

- Hví hava starvsfólkini ikki gjørt vart við trupulleikarnar á stovninum?

- Vit eru hampafólk, og vóru ikki áhugað í at siga frá hesum í fjølmiðlunum. - Kortini søgdu vit stýrinum frá, hví vit fóru, men tað kom einki burturúr. Vit fingu bert í boði at fara beinanvegin, sigur Unn Kruse.

Unn Kruse sigur, at hon veit ikki, hvat fór fram í stýrinum, men at tað gav Sjúrða Horsdal fullan stuðul. Grundgevingin var, at stýrið var nýtt, og at tað ofta vóru útskiftingar av starvsfólkum, tá stjóraskiftið var á einum arbeiðsplássi.


Villeiddi starvsfólkini

- Hvørjir vóru so trupulleikarnir?

- Tað er, at starvsfólkini fólk verða manipulerað, eitt nú at tey fingu tilsøgn um ávísar arbeiðsuppgávur, sum síðani so spakuliga vóru tiknar frá teimum aftur, til tey at enda sótu eftir við ongum.

- Síðani setti stjórin onnur fólk í starv, sigur Unn Kruse.

Broytingarnar komu beinanvegin. í somu viku, sum Sjúrður Horsdal varð settur í starv, var Tórgerð Nielsen skúgvað til viks, við ikki minni enn einum kevtti.

- Hon var burturstødd uttanlands, tá ein annar ávísiningarleiðari varð settur í hennara starv.

- Hetta var gjørt uttan at starvið varð lýst leyst, og uttan at eg sum varaleiðari á ávísiningini visti av hesum, sigur Unn Kruse.

- Eg segði meg úr starvi av hesum, men aftaná fleiri fundir við leiðsluna, tók eg uppsøgnina aftur, tí stjórin játtaði fyri mær, at leiðarastarvið á ávísingini skuldi lýsast leyst.

- Tað varð eisini lýst leyst, men Niels Sørensen, ein vinur Horsdal, fekk starvið, og Tórgerð Nielsen fekk aðrar uppgávur.

- Nú havi eg verið eygleiðari til starvsfókaviðurskiftini á ALS, har onnur fólk hava verða sett, hóast størvini ikki eru lýst leys.


Ein kvettroynd

- Tað hevur ikki verið minni enn eitt kvetti, hvussu størvini hava verið sett. Stjórin hevur syrgt fyri, at øll leiðslan á ALS eru hansara nærmastu vinir og kenningar, sigur Unn Kruse.

- Hóast ALS ikki er almennur stovnur, átti slík framferð at fingið avleiðingar?

- Tú kanst siga, at ALS ikki er almennur stovnur, men løgfrøðiliga er hann tað, av tí at Arbeiðsloysisskipanin er ein tvungin skipan, sigur Unn Kruse. Hon heldur als ikki, at slíkur starvsfólkapolitkkur kann góðtakast.

- Hví vilja tit gera vart við virðurskiftini á gamla arbeiðsplássinum nú?

- Tað er helst tí at vit nú verða spurd um hetta, og eisini tí, at vit nú hava sodnað tað, sum er farið fram, sigur Unn Kruse.


Ongar viðmerkingar

Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Sjurða Horsdal, men hann sigur seg ongar viðmerkingar hava til málið í dag.

Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, var ikki at hitta allan dagin í gjár, og Jákup Danielsen, stýrislimur, vildi heldur gera sínar viðmerkingar til málið á stýrisfundi, sum verður hósdagin.