Nú verður meira vindur

Í dag veksur hann vindin upp í ein strúk ella hvassan vind. Tað verður ælingur, men eisini sólglottar, og hitin verður millum 11 og 14 stig.

Um veðrið í dag sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum, at hann veksur veksur vindin upp í ein strúk ella hvassan vind av landnyrðingi. Tað verður ælingur, men eisini sólglottar. Hann væntar at hitin seinnapartin í dag  millum 11 og 14 stig.

 

Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin væntar Petur Skeel Jacobsen at hann makar vindin aftur. Tá boðar hann frá stívum andøvsguli upp í ein strúk av landnyrðingi og norði og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin verður millum 9 og 12 stig.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.