Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avtalu við Kanjon um dagføring av kloakkrørum kring Skúlatrøð, Prestveg og ein part av Biskupsstøðgøtu.
- Arbeiðið er býtt í tvær verkætlanir, nevniliga niðara økið á Ziskatrøð og ovara økið á Ziskatrøð, siga tey í Klaksvíks kommunu í dag.
Í Klaksvíkar býráði seta tey hvørt ár pening av til dagføring av spillvatnsskipanini í kommununi.
- Arbeiðið er nú komið til eitt øki í miðbýnum sum merkir, at seinastu húsini fram við Ósánni nú eisini koma við í skipanina.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at verkætlanirnar, sum eru partur av hesum, kosta tilsamans 3,8 miljónir krónur.