Nullið nógv at siga

– At vit vunnu, var sjálvandi altavgerandi, men fyri okkum hevði tað eisini nógv at siga, at vit megnaðu at halda nullið, sigur annar av U21-landsliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen

Tað var ein ovurfegin venjari, vit høvdu í telefonini eftir dystin í Riga í gjár, tá U21-landsliðið enn eina ferð hevði gjørt tað, eingin hevði roknað við og væntað: Vunnið 1-0 á Lettlandi – enntá á útivølli!
– Vit vistu, at hetta fór at verða ein torførur dystur. Men okkara menn vístu góðan vilja og gott spæl. Sæð yvir allan dystin var spælbýtið helst 50-50, men vit høvdu alla tíðina fult tamarhald á, og har var ongantíð nakar panikkur, sigur Bill McLeod Jacobsen.
– At vit vunnu, var sjálvandi altavgerandi, men fyri okkum hevði tað eisini nógv at siga, at vit megnaðu at halda nullið. Tað eydnaðist, tí vit høvdu eina sterka bakkketu, ið taldi rættiliga nógvar sentimetrar í hædd. Hartil høvdu vit eisini ein sera góðan miðvøll og eitt sera hartarbeiðandi álop.
Bill sigur, at sum dystinum leið, valdu teir at broyta spælið, so meira fekst burturúr, at lettar ikki vóru so næskir, sum teir høvdu verið fyrra dystin.
– Vit løgdu trýst á teir langt frammi á vøllinum, og sum tíðin gekk, peikaði alsamt meira á, at tað skuldi ganga okkara veg. Lettarnir høvdu kanska fleiri málroyndir enn vit, men okkara vóru væl vandamiklari, so talan gjørdist um ein fult uppibornan sigur, sigur venjarin.

Andorra á skránni
Tíðliga í morgun byrjaði so fráferðin úr Riga, sum í fyrsta umfari gongur til Keypmannahavn. Seinnapartin verður so flogið til Barcelona, haðani koyrt verður í bussi í tríggjar tímar, áðrenn ferðalagið seint í kvøld er komið upp á pláss í Andorra.
– Hesin dagurin verður møðsamur hjá okkum øllum, tí so nógv ferðing er á skránni. Men vit hava so fríggjadagin til nakrar fyrireikingar og onkra venjing áðrenn dystin leygardagin, sigur Bill, ið ikki vil undirmeta mótstøðuliðið, hóast tað er væl og virðiliga aftast í okkara EM-bólki.
– Teirra U21-landslið er nýtt og hevur ikki tær stóru royndirnar, og í hesi kappingini hava teir hvørki fingið mál ella stig. Vit hava so ein trumf í Boga Løkin, ið vónandi verður klárur leygardagin, eftir at hann nú sat uttanfyri, tí hann hevur verið skaddur í knænum. Men eisini hava vit aðrar frískar menn at seta inn, um vit halda okkum hava brúk fyri tí.