Fótbóltur
NSÍ fekk ikki Christian Høgna Jacobsen kláran til dystin í Vági, av tí at spæliloyvið ikki varð klárt. Heldur ikki Pól Thorsteinsson var við vegna leikbann. Tí byrjaðu bæði Kári Hansen og Ian Højgård inni á miðjuni.
Eisini VB hevði gjørt broytingar á liðnum. Palli Augustinussen, sum higartil hevur spælt mestsum alla tíðina, byrjaði á bonkinum.
Hendi lítið
Tað var NSÍ sum fyrst fekk glið á spælið. Meðan VB stríddist við at halda bóltin niðri á vøllinum, spældi NSÍ væl fyrstu løtuna, tó at teir ikki komu fram til nakrar málmøguleikar. VB royndi seg í stóran mun við longum bóltum, sum oftast fóru út av vøllinum, ella heilt inn til Jens Martin Knudsen í málinum.
Tað hendi lítið í fyrra hálvleiki. Tað fyrsta av týdningi sum hendi varð, tá Robert Cieslewicz bleiv spældur fríur, og hevði kós móti málinum. Hann varð steðgaður av NSÍ-verjuni, og dómarin gav gult kort til ein av verjuleikarunum. Hetta átti helst at givið meira enn gult kort, tá nú dómarin metti at leikarin hjá NSÍ hevði gjørt fríspark.
Um miðjan fyrra hálvleik, noyddist Helgi L. Petersen út við skaða. Í hansara stað kom Gert Langgaard.
VB vaknaði
Hóast NSÍ hevði bóltin meiri enn VB, so spurdist merkiliga lítið burturúr hjá teimum. Og sum fyrri hálvleikur leið tók VB yvir, og móti endanum fingu teir einar tvær royndir sum líktist málmøguleikum.
Fyrst slapp Mortan úr Hørg leysur inni í brotsteiginum, men skotið frá honum fór beint við síðuna av málinum. Løtu seinni kom Dan Djurhuus ígjøgnum í høgru síðu, og innleggið frá honum streyk beint framvið málinum.
Tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki, hendi meiri enn í øllum fyrra hálvleiki. Tað var VB sum beinanvegin setti seg á dystin, og Nenad Zivanovic fekk eisini ein góðan møguleika, men bólturin fór við síðuna av. Løtu seinni fekk sami Nenad aftur møguleikan, men hesuferð skallaði hann við síðuna av eftir hornaspark.
Reytt kort
Tá einir 8 minuttir vórðu leiktir, verður Kári Hansen sparkaður nakað harðliga av Mortan úr Hørg. Dómarin ger rætt, tá hann gevur Mortani reyða kortið. Nú skuldi VB klára seg í næstan 40 minuttir við 10 monnum, og tað skuldi vísa seg at ganga rímuliga gott.
Tað var VB sum framvegis trýsti næstu løtuna. Birgir Jørgensen, sum varð innskiftur, fekk ein fínan møguleika, tá hann fintaði seg gjøgnum verjuna. Men einsamallur við Jens Martin Knudsen, skeyt hann við síðuna av.
Tað at VB spældi álopskent við 10 monnum, viðførdi at NSÍ kundi lúra uppá kontra. Um miðjan seinna hálvleik, var tað júst ein slík støða, sum førir til at Gert Langgaard gjørdist leysur. Men beint sum hann skuldi skjóta, varð hann taklaður av Predrak Ziwkowic, sum var ein av bestu VB-leikarunum sunnudagin.
Tá hálvur tími var farin, fekk Birgir Jørgensen aftur ein møguleika. VB fekk hornaspark og bólturin kom væl innfyri, men Jens Martin bjargaði royndini frá Birgir.
Í hinum endanum hevði Bjarni Johansen eisini ein frálíka bjarging eftir hornaspark, sum var á veg beinleiðis í málið.
Best sum øll høvdu vant seg við tankan um, at tað ikki hendi meir, so fekk Óli Hansen kanska besta møguleikan í øllum dystinum. Tveir minuttir fyri leiklok, slapp hann at renna einsamallur frá VB-verjuni, men Bjarni Johansen bjargaði royndini.
Úrslitið gjørdist sostatt 0-0. Hóast VB fekk ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki, megnaði NSÍ ikki at gera nyttu av hesum. VB hevði flestu royndirnar á mál, og NSÍ -arnir eru óivað best nøgdir við málleysa javnleikin.
Dysturin í tølum:
VB-NSÍ 0-0
Dómari: Petur Skarðenni
VB: Bjarni Johansen ? Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic ? Jón Gærdbo, Slobodan Madzar, Mortan úr Hørg, Dan Djurhuus, Gisli Sveinbjørnsson ? Robert Cieslewicz, Nenad Zivanovic
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Óli Hansen