Nulloysn í Barcelona

Chelsea fekk tað, sum teir vóru úti eftir í fyrru hálvfinaluni á Nou Camp í Barcelona

Fótbóltur

 

Chelsea fekk eitt gott útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna á Stamford Bridge, tá teir ígjár megnaðu ein 0-0 javnleik á útivølli. Barcelona var tað betra liðið, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin framvið Petr Cech í Chelsea-málinum.

Barcelona trýsti nógv, men teir manglaðu tað síðsta, sum kravdist fyri at bróta verjumúrin hjá Chelsea niður. Lionel Messi var lítið eyðsýndur, og tað sama kann sigast um Samuel Eto´o. Carlos Puyol hevur leikbann til returdystin, og tað kann vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri Chelsea.

 

Møguleikar beinaveg

Longu tá hálvurannar minuttir var farin, brendi Samuel Eto´o tann fyrsta stóra málmøguleikan hjá Barcelona. Thierry Henry testaði eisini Petr Cech. Barcelona trýsti nógv, men megnaði ikki at spæla seg til nógvar málmøguleikar. Chelsea hevði sín fyrsta málmøguleika, tá 37 minuttir vóru farnir.

Rafael Marguez í Barcelona-verjuni forerdi bóltin til Didier Drogba, sum gjørdist fríur við Barcelona-málverjanum, Victor Valdés. Drogba royndi seg tvær ferðir, men í báðum førum bjargaði Valdés.

Tíðliga í øðrum hálvleiki hevði Michael Ballack eisini eina góða roynd, sum hann stútaði beint upp um. Thierry Henry fekk ein løst í einum samanstoyti, og mátti fara av vøllinum. Rafael Marquez mátti eisini út við skaða. Sannlíkt er, at krossbandið er rokið.

Í yvirtíðini fekk Bojan størsta málmøguleikan í dystinum, tá hann tríggjar metrar frá málinum stútaði framvið málinum.