Nunavut fingið sjálvstýri

»Okkara land«, sum Nunavut merkir, hevur fingið sjálvstýri

Nunavut liggur í arktiska partinum av Canada. Hetta land vestanfyri Grønland kenna neyvan nógvir Føroyingar, hóast fiskimenn hava verið á leiðini.

Nunavut merkir ?okkara land?, á móðirmálinum, inuktitut. Tan1. apríl fekk upprunafólkið, Inuit, sjálvstýri og stjórnarleiðari er 34 ára gamli Paul Okalik. Inuit fær sambært nýggju stýrisskipanina ræði á øllum viðurskiftum, uttan á uttannríkis og verjumálum. Hetta merkir, at stjórnin og tingið í Iqaluit hava fult ræði á øllum vanligum stjórnarmálum sum eitt nú, fíggjarmálum, almanna- og heilsumálum, skúla- og mentanarmálum, samskiftismálum og ráevnismálum. Canadiska stjórnin hevur bundið seg til at lata umleið eina milliard dollars í árligum blokkstuðli umframt, at

stjórnin í Ottawa letur Iqaluitstjórnini 4 milliardir dollars einaferð her og nú at útbyggja landið við.

Við stovnseting Nunavut er endi komin á aldargamalt kolonistýri úr Ottawa, eitt stýri, ið hevurverið Inuit í Canada til lítið gagn. Tað er einki at taka seg aftur í, at meðan Inuit í Canadiska arktis hevur verið undir centralstýrinum í Ottawa er bert gingið aftur á hond hjá upprunafólkinum. Hvíti maðurin hveur bert havt áhuga í náttúruríkidøminum í Arktis og hevur ikki stýrt hesum parti út frá upprunafólksins fortreytum, men bert við vinningi í huga. Mentanarliga er fólkið kúgaða, politiskt ómynduggjørt.


Støddin

Nunavut er 1,900.000 ferkilometrar til støddar. Um vit sammeta, so er Týskland 357,047 ferkilometrar og Sviaríki 449,964 ferkilometrar. Tó verður sagt um økið Nunavut, at um alt verður roknað uppí, frá eini linju frá Manitoba - Saskatchewan til arktisku strondina mótvegis Grønlandi, so er økið (new territory) heilar 2,242,000 ferkilometrar, ella 4 ferðir so stórt, sum Frakland.


Fólkið

Í mai í 1996 vórðu 24.730 fólk tald í nýggja Nuna økinum. Nógv búgva í smærri býum. Nýggi høvuðsstaðurin kallast Iqaluit, har 4.220 fólk búgva. Børn á 15 ára aldri, og yngri, taldi 40% av fólkinum í 1996, sammet við 21% í sama aldursbólki í Canada.

Bert 2% av fólkinum vóru yvir 65 ár í Nunavut. Talið í Canada var 12%.


Mál og samleiki

Meginparturin av fólinum, eini 84%, ella 20.490, eru upprunafólk, Inuit. Móðurmálið er inuktitut. Onnur mál eru inuinnaqtun og enskt.

Meira enn 71% av fólkinum í Nunavut, segði inuktitut at vera sítt mál. 5.830 søgdu enskt vera málið og 405 søgdu seg tosa franskt. Móðurmálið er fyrsta mál í skúlunum og verður enn tosað og skilt av teim flestu. 15% av fólkinum segði seg hvørki skilja enskt ella franskt.



Útbúgving,

veður og annað.

Um 4% av fólkinum hava sonevnt ?Highschool? prógv, sum hægstu útbúgving (1996). Umleið 7 hava útbúgving av hægri háskúla við bachelor prógvi ella hægri prógvi.

Sammetingartølini fyri inntøkur í Nunavut og Canada siga, at vanligt húsarhald í Nunavut hevur 31.471 dollarar og í Canada 45.251 dollarar.

Arbeiðsloysið er umleið 22% og 1/3 av fólkinum fær almanna hjálp.

Norðurlendsku vetrarnir eru 9 mánaðar langir. Í januar eru umleið -30 stig. Í apríl byrja stigini at koma yvir frostmarkið.

Í Nunavut eru umleið 20 kilometrar av vegi (highway). Hevur ein áhuga at vita meira um Nunavut, so er nógv áhugavert at síggja á heimasíðuni, ið nevnist Canada welcomes Nunavut ella Canoe home.