Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á Tvøroyri, spældi um vikuskiftið sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Queens Park Rangers í hesum kappingarárinum. Marc hevur verið skaddur, og í farnu viku spældi hann ein hálvleik við eykaliðnum. Leygardagin byrjaði Marc Nygaard í álopinum hjá QPR, sum spælir í næstbestu ensku deildini, og hann spældi til langt inn í yvirtíðina, tá ið hann varð skiftur út. Dysturin var ímóti Plymouth á útivølli, og úrslitið var 1-1.