Nýtt ungdómshús í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna og Havsbrún, hava skrivað undir sáttmála um ungdómshús.

– Í fleiri ættarlið hava borgarar í Fuglafjarðar kommunu borið fram eitt ynski um eitt ungdómstilboð, ið kann dekka ein tørv, ið ikki longu er dekkaður av mongu frítíðar- og mentanartilboðunum, sum finnast í kommununi.

 

Tað skrivar Fuglafjarðar kommuna, sum sigur, at ein týðilig politisk raðfestingin av ungdómsøkinum hesa setuna hevur borið við sær, at eitt ungdómstilboð nú er veruleiki.

 

– Fyrr í ár varð Durita Samuelsen sett at menna ungdómstilboðið, og hevur áherðsla verið løgd á, at ungu borgararnir í kommununi hava havt ein virknan leiklut í hesum arbeiðnum. Eitt nú eru ungdómsumboð vald í ráðgevandi nevnd, eins og at ung hava luttikið á framtíðarsmiðju, har tey hava lýst, hvussu ungdómslívið framyvir kann síggja út í nærsamfelagnum, skrivar kommunan.

 

##med2##

 

– Í hesum arbeiðnum vísir tað seg, at serliga tørvurin á at kunna savnast og brúka tíð saman sum ungdómur gjørdist týðiligur. Tí er at fegnast um, at Fuglafjarðar kommuna og lokala vinnufyritøkan Havsbrún, eru komnar ásamt um at gagnnýta gomlu kantinuna á Bakkavegi, Stórhúshøll, til ungdómshús í býnum, skrivar kommunan.

 

Fyrsta tiltakið varð longu hildið á Mentanardøgunum, og í Fuglafirði gleða tey seg til at seta hølini í stand, so at tey gerast hóskilig til høvuðssæti hjá ungu borgarum í býnum.

 

– Øll eru vælkomin at fylgja við í gongdini, á @fuglarnir_ung á Instagram, skrivar kommunan á heimasíðuni.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##